Handbók fyri superhetjur og mangt annað spennandi

10.05.2019
Í útgávuumfarinum hesa ferð eru 6 krabbar og 2 krossfiskar.

Ørnin er bók um stór rovdjór. Í hesi bókini kanst tú lesa um, hvussu ørnir liva, hvat tær eta, og hvussu tær uppala ungar sínar. Hetta er onnur bókin í røðini um stór rovdjór. Fyrsta bókin í røðini er Leyvan, og í komandi umfari kemur Alligatorurin. Tað er Stephanie Turnbull, sum hevur skrivað, Vagnur Streymoy hevur týtt. Bókin er í triðja torleikastigi.

Nátt & dagur er vøkur bók um dýr. Tá ið sólin setur, og tað fer at skýma, gera nógv dýr seg til reiðar at sova, meðan onnur vakna. Í hesi bókini kanst tú eitt nú lesa um ugluna, grevlingin og flogmúsina. Tað er Emily Bone, sum hevur skrivað. Sigurlaug Fossdal hevur týtt. Bókin er í fjórða torleikastigi.

Tvær bøkur eru komnar afturat um Símun og Nóa, Símun og Nói í revaholuni, og Símun og Nói bjarga humlum. Í fyrru bókini lúra Símun og Nói eftir stóru dreingjunum við revaholuna, men verða avdúkaðir, og í teirri seinnu vilja teir bjarga humlum frá deyðanum. Teir gera tí ein klubb, og Alda sleppur at vera við. Tríggjar bøkur eru komnar út frammanundan um Símun og Nóa. Tað er Karin Kinge Lindboe, sum hevur skrivað; Kristianna Poulsen hevur týtt. Bøkurnar eru í øðrum torleikastigi.

Sofía og Anita. Ein eskja við pengum er onnur bókin í røðini um vinkonurnar, Sofíu og Anitu. Í hesari seta tær sær fyri at finna út av, hvør í flokkinum hevur tikið pengarnar, sum eru savnaðir inn. Tað verður ikki, sum tær hava væntað. Fyrsta bókin í røðini eitur Sofía og Anita. Hurðin í fjallinum. Tað er Line Baugstø, sum hevur skrivað, Kristianna Poulsen hevur týtt. Bókin er í fjórða torleikastigi.

Elskar, elskar ikki er bók við trimum søgum; søgurnar eru Forelskað um ævir, Love, tín svíkjari, og Sjeikurin um náttina. Røðin er um at vera forelskað. Høvuðspersónur í øllum søgunum er Elin. Hesar tríggjar snúgva seg um flokkin hjá Elini, sum fer setursferð, um at mamma Elina fær nýggjan sjeik og um eina ferð til Spania, har Elin og vinkonan verðar forelskaðar í somu dreingjum. Áður eru tríggjar bøkur komnar út í røðini. Tað er Unni Lindell, sum hevur skrivað; Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt. Bókin er í fjórða torleikastigi.

Krossfiskarnir hesa ferð eru Handbók fyri superhetjur 1 og Handbók fyri superhetjur 2. Hesar bøkurnar eru ógvuliga væl umtóktar í Svøríki, haðani høvundur og myndprýðari eru. Tær eru eisini seldar til fleiri lond.

Bøkurnar snúgva seg um Lisu, sum ikki trívist í nýggja skúlanum. Hon verður happað av nøkrum dreingjum, og hvønn dag flýggjar hon undan teimum og krógvar seg á bókasavninum. Ein dagin kemur hon fram á eina bók, ið er um, hvussu tú kanst gerast superhetja við 101 kynstrum, sum eru lýst í bókini. Kann hetta veruliga lata seg gera?

Hetta eru bøkur um eina gentu, sum tekur málið í egnar hendur og ikki vil lata seg kúga av happing. Aftast í bókunum eru góð ráð til børn, sum eru fyri tí sama sum Lisa.

Elias Våhlund hevur skrivað, og Agnes Våhlund hevur myndprýtt. Eyð Berghamar Steinbjørnsdóttir hevur týtt úr svenskum. Bøkur eru bólkaðar í fjórða torleikastigi.

Krossfiskur eru bøkur, sum hava eitt sindur torførari og avbjóðandi tekst enn krabbabøkur. Tær eru bólkaðar í liti eins og krabbabøkurnar. Ein bók, sum hevur bláan krossfisk, er at meta sum ein bláur krabbi, bara við eitt sindur torførari og avbjóðandi teksti.

 

 

|