Fýra nýggir ráðgevar í Námi

15.10.2018
Nám hevur sett fýra nýggjar ráðgevar í starv

Kunning til skúlarnar:

Frá 1. oktober er námsfrøðilig ráðgeving skipað í Námi. Ráðgevingin er liður í menningartilgongd, sum Mentamálaráðið saman við Námi hevur sett skjøtil á í sambandi við bygnaðarbroytingar. Ráðgevingin skal skipast í tøttum tilknýti til einstøku skúlarnar. Til at skipa hesa ráðgeving er settur námsfrøðiligur serfrøðingur fulla tíð.

Tríggir námsfrøðiligir ráðgevar eru settir í parttíðarstarv. Endamálið er at veita lærarum og fak- og læraratoymum ráðgeving og sparring í sambandi við fakligar og námsfrøðiligar avbjóðingar í undirvísingarhøpi.

Ráðgevingin fevnir í fyrsta umfari um lærugreinirnar føroyskt / lesimenning, støddfrøði / náttúru og tøkni og handaverk og list. Haraftrat fevnir ráðgevingin eisini um tvørgreinaligar undirvísingargongdir.

Ráðgevatoymið ynskir at koma út á hvønn einstakan skúla, soleiðis at námsfrøðiliga ráðgevingin tekur støði í dagligu undirvísingini hjá læraranum. Eyðvitað kunnu námsfrøðiligu ráðgevarnir taka lut á flokstoymisfundum og  faktoymisfundum. Á smæstu skúlunum, sum ikki hava toymi, kunnu ráðgevarnir verða við á ráðleggingarfundum.

Avtala fæst við ráðgevarnar umvegis skúlaleiðaran við telduposti ella umvegis telefon, sí yvirlit.

Soleiðis eru ráðgevarnir tøkir í Námi:

LærugreinRáðgeviArbeiðsdagarTelduposturTelefon
Almenn námsfrøðiEmmy S. Joensenmánadag - fríggjadagemmy@nam.fo 555151
Støddfrøði/náttúra og tøkniKatrin Gullbeintýsdag og fríggjadagkatrin@nam.fo 555155
Handaverk og listTóra Joensentýsdag og mikudagtora@nam.fo555157
Føroyskt og lesimenningAsta Wollesmánadag og týsdagasta@nam.fo555156

 

 

 

 

 

 

 

 

|