Avgreiðslan opin

20.04.2020
Við avmarkingum er aftur opið

 

Fyribils er opið sum vanligt í Námi og Próvstovuni. Avgreiðslan er mannað, allar telefonirnar svara eftir starvsfólkalistanum og savnið er opið við tilfari og flokssettum.

Tó verður heitt á viðskiftafólk, ið koma á gátt, at fylgja almennu reglugerðunum, sum tilbúgvingin hevur kunngjørt í núverandi heilsustøðu. Viðskiftafólk eiga at halda frástøðu, so sum merkt er eftir gólvinum og at brúka handspritt, ið er sett fram.

Fyribils ber ikki til hjá lesandi og øðrum at hava bólkaarbeiði í savninum, so sum vanligt hevur verið.

Umframt at verja viðskiftafólk eftir kunngjørdu reglunum, skulu starvsfólkini í Námi eisini verjast.

Tá almenna heilsustøðan er broytt, verður hetta og avleiddar broytingar kunngjørdar á hesum stað.

 

 

 

|