60.000 hava hugt

14.12.2018
Barnasangbókin vælumtókt á YouTube

Her eru sangirnir

Samstundis sum Barnasangbók Føroya varð løgd fram á Bókadøgunum 24. november í ár, legði Nám barnasangirnar út á YouTube.

Tað er Árni Øregaard, margmiðlasmiður, sum hevur savnað gamlar upptøkur og gjørt nýggjar upptøkur av sangunum, sum eru í Barnasangbók Føroya. Undir hvørjum sangi er teksturin, so til ber at syngja við og læra seg orðini.

Síðan framløguna hevur undirtøkan verið so góð, at fleiri enn 60.000 vitjanir hava verið hesar tríggjar vikurnar. Hetta tíðarskeið hava 125 teknað seg sum haldarar.

Her eru sangirnir

 

 

 

|