Slættaratindur 880 metrar

07.09.2012
Mátingar taka tveir metrar av hægsta fjalli

Nú er greitt at Slættaratindur er 880 metrar høgur. Tað vísa mátingar, sum fólk frá Umhvørvisstovuni saman við landsstýrismanninum Kára P. Højgaard, gjørdu  á Slættaratindi í summar.

Kortmyndugleikin er danskt málsøki,  og tí vórðu uppmátingarnar sendar danska Kort og Matrikelstyrelsen, sum nú svarar, at Slættaratindur ikki er 882 metrar høgur, sum higartil hildið, men tveir metrar lægri - tvs. 880 metrar.

Úrslitið ber í sær, at neyðugt verður at rætta føroyakortið, sum Rói Højgaard á Føroya Dátusavni teknar fyri Nám, og sum verður í nýggja Heimsatlasinum, sum kemur í mai 2013.

Umhvørvisstovan hevur eitt framkomið kortleggingartól, har tað við góðum neyvleika ber til at áseta hæddir eftir flogmyndum. 

- Tað var júst í hesum tóli, at vit fingu varhugan av, at Slættaratindur ikki er so høgur, sum áður hildið, og tí vórðu gps-mátingarnar gjørdar, sigur Stein Fossá, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni. 

- Ætlanin er í næstum at kanna hægstu fjøllini í øllum oyggjunum, soleiðis at rættar hæddir kunnu setast á allar oyggjar. Ikki er neyðugt at fara upp á fjøllini at eftirkanna hæddirnar. Hetta verður gjørt eftir flogmyndum, sigur Stein Fossá, sum er við í fyrireikingarabeiðnum hjá Námi at gera nýtt Føroyakort.

|
Atknýtt tíðindi
Kina er stórtFøroya jarðfrøði talgildaðNýtt føroyakort í litumFerðast við atlasinumMest umrødda bókinAtlassíða á SnarNýtt føroyskt heimsatlas?