Vatnið vinnur harða hellu

06.07.2011
Altartalvan í Miðvágs kirkju og ørindini, sum Mikkjal á Ryggi høgdi í helluna, eru í Kristni 7.

Á fyrsta sinni hevur 7. flokkur fingið eina grundbók í kristni Kristni 7

Umframt at fremmandur átrúnaður verður viðgjørdur á fyrsta sinni í føroyskari kristnibók, eru eisini nógvar forvitnisligar myndir í bókini. Ein teirra er av helluni í Hýsisá í Miðvági, har skaldið Mikkjal á Ryggi (1879-1956) í 1909 høgdi tvey ørindi, sum enn síggjast:

Vatnið vinnur harða hellu
slættar niður fjøll.
Líggin gongur, grasið fellur,
falla so vit øll.

Stirðnar blóðið, steðgar hjartað,
legst enn maður lík,
sálin í Guds himni bjarta
livir fræls og rík.

Vatnið vinnur harðu hellu er eisini leikmynd hjá Tjóðpalli Føroya og Musikkskúlanum í Vágum, sum Hans Tórgarð framførir á Vestanstevnu. Sýningarnar verða í Beitinum í Miðvági 8.-10. juli 2011.

Á permuni og inni í nýggju kristnibókini, Kristni 7, er málningur av heilagu kvøldmáltíðini, sum hin ungi Ludvík Breckmann (f. 1985) málaði í 2010. Aðrir føroyskir málningar eru eisini endurgivnir, m.a. altartalvan í Miðvágs kirkju, Golgata, sum Torbjørn Olsen (f. 1956) málaði í 2000.

Kristni 7 telur 133 blaðsíður við 14 ymiskum evnum, m.a. sálmar, Bíblian, kirkjusøga, jødadómur og islam. Við einum søguligum baksýni verður greitt frá, hvussu kristindómurin breiddi seg um lond til og við trúbótina. Onkur teknirøð og ein sjáldsom frágreiðing um kortspæl, sum er endurgivin í sanginum Deck of Cards, eru eisini at finna í Kristni 7.

Her er ein brellbiti.

|
Atknýtt tíðindi
Brellbiti til Kristni 7Nýggj bók í kristni