Nám hevur verkstað, har arbeiðast kann talgilt og analogt við ljóði og myndum. Lærarar hava, eftir avtalu, ókeypis atgongd til verkstaðin í Námi. Eftir avtalu millum skúlan og Nám ber eisini til, at næmingar eldri enn 14 ár, sleppa at nýta verkstaðin, uttan at lærarin er við. Tá verður avroknað við skúlan við 50 kr. um tíman. Er neyðugt við meira hjálp, verður eitt ómaksgjald kravt, kr. 100 fyri tíman. Filmstilfarið skal vera av DV-slagnum. HD-útgerð er ikki tøk.

Nám hevur eisini diktafonir og talgild videoupptøkutól til útláns. Harumframt er kopimaskina, litprentari og innbindingarútgerð í verkstaðnum. Hetta tilboðið er bert til lærarar.

 

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk