Síðani 2006 hava stovnarnir og Mentamálaráðið verið í einari samanleggingartilgongd, soleiðis sum lýst í álitinum ”Vitin,” handað Mentamálaráðnum í 2007.
Í fíggjarlógini fyri 2010 varð játtanin til Føroya Skúlabókagrunn, Landsmiðstøðina og KT-depilin løgd saman í eitt rakstrarstað, men tó útgreinað á undirkonto fyri hesar stovnarnar.
Ístaðin fyri tríggjar sjálvstøðugar leiðslur er frá 1. august í 2010 ein leiðari settur. Uppgávurnar eru miðsavnaðar í Námi – undantikið játtanin til eftirútbúgving og skeið – sum er løgd undir játtanina til Fróðskaparsetur Føroya. Ræðisrætturin til játtanina til eftirútbúgving er tó verandi í Mentamálráðnum, og verður fyribils samskipað í Námi.
2. mai í 2011 varð nýggja navnið almannakunngjørt saman við nýggjum samleika. Tað hevur verið ein tilgongd, sum hevur verið samskipað saman við lýsingarfyritøkuni Sansir.
Umbyggingarætlan er gjørd, so Nám kann fáa alt virksemið savnað á Hoyvíksvegi 72.
Í Námi starvast samanlagt 22 fólk.
