4 Kjarnavirði

  • Virðisskapandi
  • Ábyrgdarfull
  • Opin
  • Leitandi

 

Virðisskapandi – alt tað, vit í Námi fara undir, skal skapa so nógv virði og gera so stóran mun sum til ber hjá teimum, vit venda okkum til.
Allar okkara avgerðir og allar okkara verkætlanir eiga at verða grundaðar á hetta, og at vit best fremja tað í samstarvi innanhýsis og úteftir.

Ábyrgdarfull – Nám er fremsti og í nógvum førum einasti tænastuveitari hjá teimum, sum arbeiða við læring og menning. Tað áleggur okkum stóra ábyrgd og skyldu.

Opin – Gjøgnumskygni og opinleiki skal eyðmerkja alt okkara virksemi og allar okkara avgerðir, sum vit grundað á samskifti og samstarv innanhýsis og við tey, vit veita tænastur til.

Leitandi – Við tí stóru ábyrgd, ið liggur á Námi, fylgir sjálvsagda leitanin eftir dygdarloysnum bæði í Føroyum og úti í heimi, sum eru serliga væl egnaðar hjá okkum at skapa og umskapa til júst okkara viðurskifti.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk