
Jón Magnus Joensen skrivar nýggjar bøkurnar í kristni til miðdeild fólkaskúlans, 4.- 6. flokk. Kristni 4 kom út í 2010 og í summar kemur Kristni 5.
Kristni 5, sum telur 194 blaðsíður og heldur fram, har hin fyrra slepti, er skift í fjúrtan kapitlar, ið geva eina góða og livandi breidd í lærugreinini.
Við støði í fjølbroyttum teksti og litføgrum myndum eru nógv lívsevni at tosa um: Greitt verður frá um skapanarverkið, aðru grein í trúarjáttanini, Jesu fjallatalu, um Faðirvár, bøn og lærusveinarnar, kristna sangin, kirkjuligar tænastur og hjálpararbeiði úti í heimi.
Sum nakað nýtt er fremmandur átrúnaður eisini við í bókini, har vit læra um hátíðardagar í øðrum átrúnaðum enn tí kristna.
Eftir somu skipan sum í Kristni 4, læra vit um seks bíbilskar persónar miðskeiðis í bókini. Kristni 5 greiðir eisini frá um Ísraels søgu, har denturin verður lagdur á dómaratíðina og kongatíðina í Gamla Testamenti við nýteknaðum landakorti og um jødiskar og kristnar páskir.
Eins og í Kristni 4, hevur Hannis Egholm teknað og sniðgivið bókina. Permumyndina, av børnum í heimabundnum troyggjum, hevur Ingi Sørensen tikið.
Arbeiðsbók og lærarabók hoyra til bókina.