Hugrák: Námsfylling

08.05.2012
Tíð til áfylling

Lærarastarvið er krevjandi. Lærarin sjálvur hevur høvuðsleiklutin, og dygdin í frálæruni er tí tengd óloysiliga saman við førleikanum og yvirskotinum hjá læraranum. Við hesum í huga, saman við týdninginum av góðum tilfari, sum verður brúkt til fulnar, hevur Nám sett saman skeiðsfaldara, sum skal virka fyri áfylling á øllum økjum.  

Nám letur dyrnar upp næsta skúlaár fyri ikki færri enn 23 ymiskum skeiðum. Við nýggjum skeiðshølum, sum verða meira enn tvær ferðir størri enn gomlu hølini og við nýggjastu útgerðini, verða umstøðurnar av besta slag.  

Skeiðsfaldarin er sendur skúlunum. Úr honum kann verða nevnt nógv spennandi, men serliga hugaligt er, at samstarv er fingið í lag við Íverksetarahúsið og við Lions um skeið. At Nám kann samskipa og savna útboð hjá veitarum upp at skúlaskipanini, er ein grundtanki okkara, sum vit alsamt fara at fylgja.  

Stóra átakið í fakligari lesing og KT, sum byrjaði skúlaárið 2011/12, heldur fram. Eftirmetingarnar hava verið sera góðar og lærarar eru fegnir um tað positiva, at allir lærararnir á skúlanum eru saman og fordjúpa seg um ávíst undirvísingarligt evni.

Hesin leisturin, at lærarar hava undirvísingarfrí og saman kunnu savna seg um verkætlanir sum KT og fakliga lesing, fer Nám at stremba fram ímóti, kann halda á og vera fastur táttur á hvørjum ári. Soleiðis ber til at staðseta nýggjar arbeiðshættir, nýggjar frálæruhugsanir og røkka øllum lærarum á skúlanum í einum. Tað flytur!

Annar fastur táttur, sum Nám hevur lagt seg eftir, er at skipa skeið í nýggjum frálærutilfari. Ómetaliga nógv orka er løgd í hetta tilfar, og til hvørja útgávuheild er lærarabók, sum leggur gott støði undir frálæruna, so tilfarið rættiliga kemur til sín rætt. Tað vilja vit fegin tryggja, tí endamálið er ikki bara at veita skúlaverkinum nýtt frálærutilfar, men eisini tryggja, at lærarar og næmingar fáa fulla úrtøku úr tí.  

Eru serlig ynski frá skúlum og øðrum, tá um skeið viðvíkur, eru tit væl komin at seta tykkum í samband við okkum um tað.  

Vit vóna, at skeiðsútboð okkara verður væl móttikið og verður til íblástur hjá lærarum og skúlaverkinum øllum.  

|
Atknýtt tíðindi
Skeiðsfaldari fyri 2012-2013 komin