Brellbiti til Kristni 8

11.06.2012
Kapitlar úr nýggju bókini tøkir á Snar

Bókaheildin Kristni 8 er á veg, og nú ber til at síggja brot úr næmingabókini á Snar.

Millum evnini, sum verða viðgjørd í bókini til 8. flokk, eru ápostlarnir Pætur og Paulus, teologarnir Grundtvig og Jákup Dahl, átrúnaðirnir hinduisma og norrøn gudalæra umframt søguligar viðgerðir av samkomunum í Føroyum og kristindóminum frá trúbót til okkara dagar.

Charlotta Thorsteinsson og Paulina Andreasen hava skrivað, og grafiska sniðgevaravirkið AnniJanni hevur staðið fyri tekningum, sniðgeving og uppseting. Bókaheildin fevnir um næmingabók, lærarabók og uppgávur og annað eykatilfar á Snar. Næmingabókin kemur út í summar, lærarabókin seinni í ár, og kristnisíðan á Snar verður áhaldandi útbygd.

Brellbitin til Kristni 8

Lærugreinin kristni á Snar

|