Lánstreytir


Skúlar, barnagarðar, frítíðarskúlar og líknandi stovnar innan undirvísing og ansing kunnu lána úr savninum hjá Námi. Tað er ókeypis at lána tilfar.

Kunningartilfar og handbøkur kunnu lánast í fýra vikur.

Filmar kunnu lánast í tvær vikur.

Flokssett og ljóðbøkur kunnu lánast í seks vikur.

Møguleiki er at leingja lánstíðina, um tilfarið ikki er umbiðið av øðrum lánara.

Tilfar, sum fær skaða ella verður burtur, kemur undir reglurnar viðv. endurgjaldi. Endurgjaldið er grundað á prísin fyri burturmista tilfarið. Skúlin ella stovnurin, sum lánarin er knýttur at, ber endurgjaldsskylduna.

”Haldið tíðarfreistina – næsti lænari er ein starvsfelagi”

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk