Nám samskipar og leggur til rættis skeið. Skipað verður fyri skeiðum til lærarar í fólkaskúlanum og í vinnu- og miðnámsskúlunum.

Ein ráðleggingarnevd við umboðum fyri Mentamálaráðið, Føroya Lærarafelag, Fróðskaparsetrið og Nám samskipar skeiðsætlanina.

Nám hevur skeiðshøli til flestu skeiðini. Skeið við serstøkum høliskrøvum verða hildin aðrastaðni.

Skeiðstilfar verður sent øllum skúlum.

Leiðslan á skúlanum ella stovninum samskiftir við starvsfólkið um, hvørji skeið tey sleppa til í mun til tørv og ynski. Síðani verður felags skeiðstekningarseðil, ið kann heintast á heimasíðuni hjá Námi, útfyltur og sendur Námi – í einum - um teldupostadressu nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo.

Mynd