Snar er ein opin undirvísingarportalur, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá lærarum, næmingum, foreldrum og øðrum at finna fram tilfar, tænastur og tíðindi, ætlað skúla og undirvísing.

Tilfarið á Snar er egin framleiðsla, týtt og tillagað tilfar frá útlendskum veitarum og tilfar frá veitarum í Føroyum.  Tilfarið er til allar lærugreinir og øll aldursstig í fólkaskúla og miðnámsskúla. Tilfarið er fakliga, námsfrøðiliga og málsliga viðgjørt og í tráð við lesiætlanir og regluverk annars.

Tilfar, tænastur og tíðindi skulu so vítt gjørligt vera frítt atkomulig hjá brúkarunum.  Upphavsrættur og annað kann kortini í ávísum førum avmarka atkomuna.  

Mentamálaráðið, Føroya kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya hava undirskrivað serstaka avtalu um virksemið hjá Snar. Nám hevur dagliga raksturin um hendi.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk