Snar mannagongdir

 

Ábyrgdarøkini eru býtt út til ritstjórarnar, sum samskipa talgildu útgávurnar og menna Snar-portalin tøkniliga og innihaldsliga. Ritstjórin leiðir útgávutilgongdini og tryggjar, at samlaða tilfarið røkkur øllum virkisøkinum í lærugreinini, at náms- og lesiætlanir eru fylgdar og øll kravd mál nádd.

Ritstjórarnir í Snar-toyminum samstarva við Bókatoymið um bókaheildir og hava høvðusleiklutin í talgilda partinum. 

Umframt útgávurnar hjá Námi fevnir Snar um tilfar frá øðrum veitarum og stovnum, sum liggja upp at undirvísingarverkinum.

Bókatoymið og Snartoymið er samskipað í Útgávutoyminum

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk