SamHøll


SamHøll er skipanin við e-posti og ráðstevnum hjá føroyska skúlaverkinum. Skipanin er bygd á forritið FirstClass. Allir næmingar og lærarar hava atgongd til hesa skipan. Næmingar verða skrásettir í skipanini, tá ið teir koma í skúla fyrstu ferð. Skipanin fevnir eisini miðnám og hægri lestur.

Í SamHøll eru eisini aðrir møguleikar, so sum kjatt, skjalagoymsla, kalendari, heimasíða og ljóð.

Meðan teldupostur í høvuðsheitum er samskifti frá einum til annan, so veitir stevnuskipanin møguleika fyri samskifti millum fleiri. Ein stevna er at líkna við ein kjakfund, har fleiri hava atgongd. Til ber at senda inn skriv, har onnur hava høvi at gera viðmerkingar ella bara fylgja við í tí, sum fer fram á stevnuni. Stevnurnar kunnu vera meira ella minni opnar, og talið av teimum, sum kunnu luttaka, kann vera ymiskt. Í SamHøll eru nakrar fastar stevnur, men til ber at biðja um aðrar stevnur til ávís endamál.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk