Nám veitir sjálvstøðuga tænastu innan kunningartøkni í skúlaverkinum.

SamHøll er teldupost- og stevnuskipan fyri allar næmingar og lærarar í skúlaverkinum. Í hesi skipan umsitur Nám telupostadressur hjá næmingum og lærarum, umframt stevnur hjá skúlum og bólkum til undirvísingarlig endamál. Omanfyri 17.000 brúkarar eru knýttir at skipanini.

Nám bjóðar teimum skúlum, sum ynskja tað, heimasíðuhýsing á ambætara okkara.

Nám skipar fyri styttri skeiðum fyri kt-vørðum og virkar fyri samstarvi við kt-vørðirnar, sum er okkara bindilið til skúlarnar á kt-økinum.

Umframt hetta veitir Nám ráðgeving og heildarloysnir í sambandi við SamHøll.

Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo

mán.-hós.        10-16
frí.                    10-12

Starvsfólk

siterip.biz