Skeið í samfelagsfrøði

06.09.2017
Skeið í samfelagsfrøði í hádeild

 

Nr. 1718-335
Samfelagsfrøði í hádeild

Endamál: 

At kunna lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði, um nýggja undirvísingartilfarið í lærugreinini og geva íblástur til, hvussu bókin og digitala tilfarið kann brúkast í undirvísingini.

Innihald: 

Nýggja bókin Samfelagsfrøði, 7. flokkur verður løgd fram, og skeiðsluttakararnir sleppa at kunna seg um bókina. Hetta er fyrsta bókin í einari trýbókarøð. Eisini verður digitala tilfarið, ið knýtir seg til bókina, og læraravegleiðing gjøgnumgingið.

Nakrar av næmingauppgávunum verða eisini royndar.

Málbólkur: Lærarar, ið undirvísa í samfelagsfrøði í fólkaskúlanum

Undirvísing: Eyðna Magnussen, ritstjóri og lærari

Lektiónir: 6

Stað/tíð: Nám, 23. oktober 2017 kl. 9.00 - 15.00.

 

Tekning á www.nam.fo/skeið í seinasta lagi 8. oktober.

 

 

 

|
Atknýtt tíðindi
Nýggj skeiðsskipan