Samvirknar bøkur til enskt á miðnámi

25.08.2018
World of English og From Where You Are 2 eru nýggjar sBøkur til enskt á miðnámi.

Felags fyri From Where You Are bøkurnar er, at tær taka støði í næmingunum og tí gerandisdegi og verð, sum mynda teirra lív. Við at møta næmingunum, har teir eru, er málið at víðka teirra sjónarring fyri nýggjum verðum og spurdómum. Tað verður gjørt ígjøgnum tey evni, sum bøkurnar taka upp til viðgerðar. Báðar bøkurnar leggja í tilfarinum dent á at umboða enska málið sum heimsmál og at menna nýskapandi og talgildar førleikar og kritiskan sans.

From Where You Are 1 er grundbók skipað í fimm evni, sum øll viðgera ungdómslív og sjálvsmyndina hjá teimum ungu: Food, Football, Gaming, Drinking, Branding.

Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, yrkingum og yrkisteksti. Tekstirnir hava ymisk torleikastig og eru hóskandi á C stigi.  

Pre-reading uppgávur, tekstfatan og post-reading uppgávur seta tekstirnar í eitt størri høpi, og tvørfakligu uppgávurnar viðgera tekstirnar í samfelagsligum sjónarhorni. Orðafrágreiðingar eru til allar tekstirnar, samvirknar uppgávur eru til mállæruna, og harumframt eru sjónbandaupptøkur og upplestrar. Greiningarfrymlar eru eisini til ymisku tekstasløgini.

sBókin er týdd og tillagað útgáva av donsku útgávuni frá forlagnum Systime. Tony Søndergaard Andersen og Morten Petersen, sum báðir eru lærarar í enskum, hava gjørt upprunaútgávuna. Dorit Hansen hevur týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni.  

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: shop.systime.dk/fo/

Til ber at keypa trý ymisk hald til From Where You Are 1. Tríggir mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur.

From Where You Are 2 er framhaldsbók, sum er skipað eftir sama leisti sum From Where You Are 1. Við støði í næmingunum tekur bókin fýra evni upp: Family, Social media, War, Religion.

Evnini verða viðgjørd í stuttsøgum, prosabrotum, yrkingum og yrkisteksti. Tekstirnir eru ymiskir í torleikastigi og eru hóskandi til B og A stig.

Pre-reading uppgávur, tekstfatan og post-reading uppgávur seta tekstirnar í eitt størri høpi, og tvørfakligu uppgávurnar viðgera tekstirnar í samfelagsligum og søguligum sjónarhorni. Orðafrágreiðingar á enskum umframt á føroyskum eru til allar tekstirnar, samvirknar uppgávur eru til mállæruna, og harumframt eru sjónbandaupptøkur og upplestrar. Greiningarfrymlar eru eisini til ymisku tekstasløgini.

sBókin er ein týdd og tillagað útgáva av donsku útgávuni frá forlagnum Systime. Tony Søndergaard Andersen og Morten Petersen, sum báðir eru lærarar í enskum, hava gjørt upprunaútgávuna. Rannvá Mortensen hevur týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni. 

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: shop.systime.dk/fo/

Til ber at keypa trý ymisk hald til From Where You Are 2. Tríggir  mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur.

Worlds of English

Worlds of English vann BELMA virðislønina (Best European Learning Material Award) í 2013. Bókin er síðan víðkað og dagført sum sBók við m.a. evnum, sum viðgera aktuellar spurdómar í sambandi við Donald Trump sum forseta í USA og Brexit í Bretlandi.

Worlds of English er tekstasavn hóskandi frá C stigi. Gjøgnum fagrar bókmentir, yrkingar, leik og yrkisbókmentir lýsir savnið málsligu menningargongdina frá fornenskum til alheimsenskt umframt framgongdina av ensktmæltum mentanum frá byrjan fram til dagin í dag.

 Savnið fevnir um:

-          Language and Culture – um menningina av enska málinum frá fornenskum til alheimsenskt

-          The UK – bretskar bókmentir frá Rule Britannia og James Thomson til yrkingar hjá John Agard

-          The USA – amerikansk mentan og bókmentir frá niðurseturtíðini og Emerson til Britney Spears og Barack Obama

-          Being Global – tekstir úr m.a. Afrika, India og Avstralia um fjølmentanar- og alheimssamleika

Umframt tekstir fevnir savnið um Tool Box, ljóðfílur við upplestri, samrøður á filmi, samvirknar umframt aðrar uppgávur, myndir og orðafrágreiðingar á enskum umframt á føroyskum.

sBókin er ein týdd og tillagað útgáva av donsku útgávuni frá forlagnum Systime. Anne Mette Finderup og Agnete Fog, sum báðar eru lærarar í enskum, hava gjørt upprunaútgávuna. Bergljót av Skarði og Maria Heradóttir hava týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni. 

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: shop.systime.dk/fo/

Til ber at keypa trý ymisk hald til Worlds of English. Tríggir mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur. 

sBókin er ein týdd og tillagað útáva av donsku útgávuni frá forlagnum Systime. Anne Mette Finderup og Agnete Fog, sum báðar eru lærarar í enskum, hava gjørt upprunaútgávuna. Bergljót av Skarði og Maria Heradóttir hava týtt og tillagað. Nám stendur fyri føroysku útgávuni. 

Bókin er tøk í talgilda sBókahandlinum: shop.systime.dk/fo/

Til ber at keypa trý ymisk hald til Worlds of English. Tríggir mánaðir kosta 38 krónur, tvey ár kosta 68 krónur og trý ár kosta 88 krónur.

 

 

 

 

|