Ritstjóri til Nám

19.12.2017
Vilt tú vera við til at gera undirvísingartilfar til samfelagsfrøði í hádeild fólkaskúlans??

Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ritstjóra frá 1. februar 2018. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv til 31. desember 2018. Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum. Nám veitir skúlaverkinum ymsar tænastur, so sum útlán av skúlatilfari, ráðgeving, skeið, Snar, O365, og gevur út undirvísingartilfar. Útgávutoymið, sum ritstjórin er ein partur av, skrivar, týðir, tillagar og ritstjórnar undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið.

 

Talan er um fjølbroytt og áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.

 

Arbeiðsøkið fevnir m.a. um:

• at týða, tillaga og ritstjórna tilfar til bókarøðina Samfelagið, serliga til triðju bókina í røðini.

• at finna viðkomandi føroyskt tilfar at seta inn.

• at rættlesa og gera neyðugar tillagingar í bókarøðini sum heild.

• at samskifta við onnur starvsfólk og skúlar um arbeiðið við bókarøðini.

 

Vit leita eftir einum persóni, ið hevur:

• útbúgving innan økið og/ella serliga viðkomandi royndir.

• góðan kunnleika um bókarøðina Samfelagið.

• góðan kunnleika um samfelagsviðurskifti sum heild.

• góðan telduførleika.

• góðan málførleika – serliga í føroyskum, men eisini í norðurlendskum og enskum.

• góð samstarvsevni og góðan førleika at arbeiða sjálvstøðugt.

 

Setanarviðurskifti

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv við bundum uppgávum, ið skulu avgreiðast innan settar tíðar- og fakligar karmar.

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið er tíðaravmarkað til 31. desember 2018 við møguleika at halda fram, um tørvur er á tí.

 

Umsóknir og samband

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Eyðun Gaard, stjóra í Námi, á tel. 555 150 ella við telduposti á

eydun@nam.fo. Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. januar 2018 og skal sendast við telduposti til Eyðun Gaard, stjóra, á eydun@nam.fo.

 

|