Office 365 videovegleiðingar

14.07.2017
Síða við videovegleiðingum um nýggja samskiftispallin Office 365

Tann 1. august verður nýggi samskiftispallurin Office 365 tikin í brúk í føroyska skúlaverkinum. Allir lærarar og næmingar verða brúkarar í Office 365.

Samstundis verður farið undir at niðurlaga FirstClass. FirstClass-servarin verður tó ikki sløktur endaliga fyrr enn 31. desember 2017.

Ein heimasíða er gjørd á Snar við videovegleiðingum, um hvussu Office 365 verður brúkt.

Síðan sæst her

Skiftið til Office 365 kann elva til onkrar trupulleikar hjá brúkarunum. Fyri at lætta um, hava vit gjørt nakrar videovegleiðingar, sum eru á síðuni um Office 365.

Eisini eru úrvalsbrúkarar á øllum skúlum, sum kunnu vegleiða brúkarunum at koma í gongd.

 

 

 

 

 

 

|