Nýggj føroysk søgubók

15.08.2017
Søga 5, eitt land í menning, er nýggj søgubók til fimta flokk, sum Erling Isholm hevur skrivað, og Nám gevur út. Bókin heldur fram, har Søga 4, ein søguferð slepti.

Nýggja

skúlabókin byrjar við fýra søguklípum úr 17. og 18. øld, ið knýta eldru søguna

úr fyrru bókini saman við nýggjari søguni, sum er evnið í hesari bókini.

 

Tað er ein

stór og spennandi uppgáva at gera nýtt søgutilfar til miðdeild í fólkaskúlanum,

har saknur leingi hevur verið á nýggjum upprunatilfari til undirvísingina. Eg

havi hugt at galdandi námsætlan, har dentur verður lagdur á at taka støði í

viðurskiftum, sum eru ítøkilig hjá næminginum. Tríggir partar í bókini taka

støði í gerandisdegnum hjá næminginum, har evnini eru fótbóltur, bilar og

telefonir, sum hvør í sínum lagi siga søguna um tjúgundu øld og fram til okkara

tíð. Hetta er ein roynd at gera mangan abstrakta søgu ítøkiliga hjá næminginum.

Endamálið er, at næmingurin við hesum evnum gerst tilvitaður um partar av

søguni, sum hjá flestu næmingum fylla nógv í gerandisdegnum. Tað eigur at skapa

gróðrarbotn fyri størri áhuga og søgufatan, sigur Erling Isholm, høvundar at

nýggju søgubókini Søga 5, eitt land í menning.

 

Fiskivinnan,

sum broytir íbúgvaviðurskiftini, bretska herseting og tann veruleiki, at

kvinnur koma á arbeiðsmarknaðin, mynda eisini innihaldið í nýskrivaðu

søgubókini, sum er netbók, pappírsbók og læraravegleiðing.

 

Gunvá Magnusen

hevur verið ritstjóri, nú Nám gevur út nýggjar søgubøkur til miðdeild í

fólkaskúlanum. AnniJanni hava staðið fyri grafiska arbeiðinum.

 

|