Nem í fjórða fullfíggjað

04.01.2018
Nem mál í fjórða er útkomin. Harvið er heildin Nem í fjórða fullfíggjað.

Nem mál í fjórða er mállærubók, sum er ætlað at brúka saman við bókaheildini Nem í fjórða. Í mállærubókni eru mállæru-, rættskrivingar-, orðabóka- og lesifatanaruppgávur. Ætlanin er, at næmingarnir arbeiða við uppgávunum í Nem mál í fjórða so hvørt, sum teir hava viðgjørt evnini í næmingabókini Nem í fjórða. Tí hava partarnir í mállærubókini somu heiti sum í partarnir í næmingabókini.  

Uppgávurnar í Nem mál í fjórða fylgja saman við mállærutilfarinum í Nem í fjórða námsætlanini í føroyskum til ávísa floksstigið. 

Aftast í Nem mál í fjórða er vegleiðing við hugskotum, hvussu lærarin kann brúka mállærubókina. 

Nem mál í fjórða kostar 88 kr og kann bíleggjast á Bókamiðsøluni. 

Nem mál í fjórða

Útgávuheildin Nem

 

 

 

 

 

|