Námsráðgevar í fólkaskúlanum

05.07.2018
Ynskir tú at standa á odda fyri fakligari og námsfrøðiligari menning og hevur gott innlit í viðkomandi lærugreina- ella læriøki, so hevur tú møguleika at gera tína ávirkan galdandi sum námsráðgevi.

Málið er at byggja upp eina ráðgevaskipan við atliti at fjølbroytta virksemi og endamálsorðing fólkaskúlans. Ráðgevin verður tí eisini partur av einum tvørgreinaligum samstarvi. Í fyrsta lagi verður søkt eftir fýra námsráðgevum í ávikavist:

  • føroyskum og lesimenning
  • náttúruvísindaligum lærugreinum – í fyrstu atløgu støddfrøði
  • handaverki og list 
  • fremmandamálum

Um starvið

Ráðgevin skal fylgja við í tí, sum hendir innan lærugreinaøkið, og skal sum part av hesum kunna seg um námsætlanir, námfrøðiliga gransking og fakligu avbjóðingarnar og menningina, sum eru á fólkakúlaøkinum í londunum kring okkum, serliga í Norðurlondum.

Ráðgevin skal virka fyri at menna námsætlanina og gera tilmæli til Mentamálaráðið um dagføringar. Hann skal samskifta við skúlar og kunna svara námsfrøðiligum og fakligum spurningum við atliti at námsætlanini, tilfari og undirvísingarligum spurningum.

Ráðgevin skal ráðgeva um próvtøkur fólkaskúlans og landsroyndir, herundir ráðgeva uppgávunevndum.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir í viðkomandi lærugreina- ella læriøkjum. Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru, at viðkomandi skal hava :

  • áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning 
  • góð samstarvsevni og vera fyrikomandi 
  • góðar samskiftisførleikar 
  • góðan málførleika, serliga í føroyskum

Setanarviðurskifti

Ráðgevin verður knýttur at Námi men skal eisini vera í starvi sum fólkakúlalærari í einum fólkaskúla. Ráðgevastarvið telur 720 árstímar skúlaárið 2018/2019, og fær ráðgevin samsvarandi niðurskurð í lærarayrkinum.

Ráðgevin verður løntur sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Talan er um eina royndarskipan, har setanartíðin er 3 skúlaár frá 1. september 2018, og kunnu broytingar ávegis verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.

Umsóknir

Umsókn saman við avriti av læraraprógvi, C.V. og aðrari viðkomandi útbúgving skal verða Námi í hendi í seinasta lagi 19. august 2018.

Umsóknin skal sendast til:
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO 100 Tórshavn

ella við t-posti á eydun@nam.fo

Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu ringja til Eyðun Gaard, stjóra, tlf. 555150.

Nám er stovnur undir Mentamálaráðnum, sum veitir tænastur og undirvísingarmiðlar til skúlaverkið. Høvuðsvirkisøkini eru at útvega fjølbroyttar undirvísingarmiðlar - prentað og talgilt tilfar, undirvísingarportalin Snar, fakliga og undirvísingarliga ráðgeving, skeiðsvirksemi, miðlasavn, útlán og skeið. Í Námi eru 23 starvsfólk. Próvstovan er knýtt at Námi, og har arbeiða 7 fólk.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

|
Atknýtt tíðindi
ENDURLÝSING: Eldhugaður námsfrøðiligur serfrøðingur