Gloym ikki 'Flytifuglar' í ársætlanini

11.09.2018
Nýggi føroyski, nýskrivaði jólakalendarin ”Flytifuglar” verður at hoyra í Barnaútvarpinum frá 3. desember.

Elin á Rógvi hevur skrivað leikin, og Niclas Johannesen hevur gjørt tónleikin.

Talan er um samtíðarsøgu við nýskrivaðum tónleiki. Í hesum sambandi vilja vit so fegin sleppa við í tykkara ársætlan.

Barnaútvarpið er farið í samstarv við Nám um at gera undirvísingartilfar, so er bara at tendra og fylgja við frá 3. desember.

Hvønn gerandismorgun er spennandi tilfar tøkt, serliga til miðdeildina. Hetta er framúr gott høvi at lurta saman við næmingunum, sjálvt lærarin veit ikki, hvat fer at henda.

Undirvísingartilfarið er fjølbroytt, og tað ber til at brúka í lærugreinunum føroyskt, søgu og samtíð, tónleiki, heimkunnleika og møguliga eisini øðrum lærugreinum.

Hvønn gerandismorgun klokkan 7.15 er ein nýggjur partur at hoyra í Barnaútvarpinum, men eisini ber til at fara inn á kvf.fo/vit og hoyra partin, tá ið tú vilt.

Undirvísingartilfarið liggur á Snar.fo. Um tað ikki liggur fyri at arbeiða við hesum í desember, so liggur jólakalendarin og alt tilfarið á heimasíðuni hjá Kvf og inni á Snar allan januar mánað.

Søgan er viðkomandi og spennandi við nógvum áhugaverdum evnum, og tilfarið er klárt at arbeiða við. So flyt ein flytifugl inn í ársætlanina í des/jan.

Fylgið við á snar.fo í november, har kunnandi tilfar til læraran verður lagt út.

|