Børn hava eisini rætt

31.03.2017
Nýggj temasíða um rættindi hjá børnum

Undir heitinum Børn hava eisini rætt kanst tú nú lesa alt um barnarættindasáttmálan á nýggjari temasíðu á Snar.

Tilfarið er blivið til í samstarvi við Løgtingsins Umboðsmann og Barnabata.

Barnarættindasáttmálin hjá ST er frá 1989. Føroyar skrivaðu undir sáttmálan í 1992. Tað merkir, at myndugleikarnir í Føroyum, t.e. kommunur, barnaverndir, politi, skúlar, o.s.fr., skulu halda tað, sum stendur í honum.

Hóast øll børn í heiminum hava fingið ein Barnarættindasáttmála, verða rættindi hjá børnum ikki altíð vird, heldur ikki í Føroyum. Løgtingið hevur tí gjørt av, at aftaná 1. oktober í 2014 skal Løgtingsins umboðsmaður hava eitt serligt eftirlit við, at føroyskir myndugleikar halda rættindini hjá børnum og ungum.

Børn og ung skulu sleppa at taka lut og siga sína meining, soleiðis at øll børn, sum vaksa upp í Føroyum, hava møguleika fyri at hava tað trygt og gott í uppvøkstrinum.

Barnarættindasáttmálin er ein altjóða sáttmáli. Hetta er eitt slag av lóg, sum tey flestu lond hava góðkent skal vera galdandi í teirra egna landi. Í Barnarættindasáttmálanum eru týdningarmiklar reglur um rættindi hjá børnum. Barnarættindasáttmálin er galdandi fyri øll børn og ung undir 18 ár uttan mun til kyn, húðalit, mentan ella átrúnað.

Temasíðan Børn hava eisini rætt

|
siterip.biz