Sprotin og Wikipedia á Snar

25.01.2017
Leita í netorðabókum og á føroyska Wikipedia.

Nakrar broytingar eru gjørdar á forsíðuni á Snar.

Forsíðan á Snar

Hugtakið "at sprota" kenna flest øll, og eru netorðabøkurnar hjá Sprotanum vorðnar ein sjálvsagdur partur í føroyska útbúgvingarverkinum og hjá føroyingum sum heild.

Nú ber til at leita í netorðabókunum hjá Sprotanum beinleiðis frá leititeigi á forsíðuni á Snar.

Tey flestu kenna eisin netalfrøðina, Wikipedia, sum man verða tað staðið á netinum, har fólk oftast finna grundvitan um ymisk evni og hugtøk.

Føroyski parturin á Wikipedia er eisini rættiliga væl útbygdur, og tí hevur Snar nú eisini ein beinleiðis leititeig til føroyska Wikipedia á forsíðuni á Snar.

|
siterip.biz